Frá Musikkskúlanum.
Pláss eru tøk til floytu og klaver. Skriva til tlf 229883 ella til ragnarbragd@gmail.com
Musikkskúlin.
Your Custom Text Here
Frá Musikkskúlanum.
Pláss eru tøk til floytu og klaver. Skriva til tlf 229883 ella til ragnarbragd@gmail.com
Musikkskúlin.
Týsdagin luttóku 4. og 5. flokkur á árligu kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum. Ein sera væl fyriskipaður og hugnaligur dagur har dansurin og kvæðini vóru í hásæti. Eisini vóru tey so heppin at sleppa í Dag og viku. myndir
Hesa vikuna hevur føroyskur dansur verið á breddanum í Sands skúla. 4. og 5. flokkur hava luttikið í útvarpsspurnakappingini “Tú manst vita frá mongum at siga”. Týsdagin vóru tað Elias og Eir, sum umboðaðu 4.flokk og fríggjadagin vóru tað Drós og Janus, sum umboðaðu 5.flokk. Tey kláraðu seg framúr væl. 5.flokkur vann sína kapping, meðan tey í 4.flokki vórðu akkurát ov stutt. Dugnaligir næmingar og lærarar vit eiga. Kvæðaspurnakapping 2. partur - Kvæðaspurnakapping 5.partur
Nakrar jólamyndir tiknar undan jólum. myndir
Evnisvika um Norrønu gudalæruna er júst farin aftur um bak. Vit hava kannað og funnið út av, hvørja trúgv forfedrar okkara høvdu. Óðin, Tórur, Frigg, Loki, Baldur, Hel, Fenrisúlvurin, Miðgarðsormurin, Yggdrasil eru millum tey, vit hava lært um. Vit hava gjørt leikir, myndir og frásagnir um gudarnar. Vit endaðu sjálvandi við at vísa alt, vit høvdu fingið burturúr, fyri foreldurum, ommum, abbum, systkjum o.ø. myndir
Seinasta mánadagsverkætlanin í ár er av. Evni hesaferð var "Hvør eri eg?".
Vit hava lært um mannakroppin, reinføri, tannheilsu, kost og heilsu. Ættartalvur og undran um, hvat eitt menniskja er, og hvat ger okkum, til tað vit eru, var eisini ein partur av døgunum. myndir
Aftur í ár hava vit skriva jólakort. Nú verður spennandi at vita hvør fær eina heilsan til jóla.
Mánadagin 27.okt. endaði verkætlanararbeiðið um árstíðirnar. Tá vit byrjaðu, høvdu vit vitjan av Sunnleif Rasmussen, tónaskaldi. Hann lærdi okkum at lurta og endurskapa tey ljóð, vit hoyra rundan um okkum. Vit hava eisini lært um, hvussu tað ber til at árstíðirnar skifta, og hvat eyðkennir tær ymisku árstíðirnar. Søgur eru skrivaðar, myndir teknaðar/málaðar, filmar framleiddir og matur úr ymisku árstíðunum gjørdur. Alt arbeiði endaði við eini so sera góðari “Heystfest”, har næmingar gjørdu alt so vakurt og innbjóðandi. myndir
Í dag hava vit havt vitjan av “Neytakonunum”, sum so meistarliga tóku bæði børn og vaksin inn í annan heim. Frálíkur sangur og tónleikur saman við góðum søgum, eitt satt upplivilsi. myndir
Hósdagin hildu vit ein seinkaðan renningardag. Eitt sindur kølið í veðrinum, men sól, stilt og gott veður, gjørdi okkum løtuna so sera góða. myndir
Í dag hava vit havt eina spæliløtu, har allir flokkar hava spælt borðspøl. Eitt sera væleydna tiltak, nú í “nærveruvikuni”. myndir
Í viku 44 er lýst við átakið, sum varpar ljós á árinini av ov nógvari skýggjanýtslu. Vit í Sands skúla hava avgjørt, at vit vilja verða ein partur av hesum átaki, hóast vit hava telefonpolitik, sum leggur upp til, at telefonir ikki koma við í skúla. Vit fara hesa vikuna at seta nærveruna í brennidepilin. Samstundis heita vit á øll, bæði næmingar, foreldur og starvsfólk um at royna at leggja allar skermar til síðis hesa vikuna. Vit hava til hetta átakið fingið ein stóran pakka við spølum frá Betri Trygging.
Eisini vilja vit eggja tykkum til at vitja SkíggjaSunn áðrenn tiltakið byrjar.
Skúlastýrið skipar árliga fyri einum frálíkum trivnaðartiltakið. Spæliliðið í Sandoyar Meginskúla var í tí sambandi og skipaði fyri spølum har bæði vaksin og børn stuttleikaðu sær óført, áðrenn øll fór inn at fáa sær pylsur.
Fríggjadagin 5.sept. varð nýtt næmingaráð valt. Hesa ferð var stríðsval í fleiri av flokkunum. Endaliga úrslitið var at Iben bleiv vald fyri 5.flokk, Eir fyri 4.flokk, Silas fyri 3.flokk, Brestir fyri 2.flokk og Boas fyri 1.flokk.
Fyrsta evni í tvørfakligu lærugreinunum í ár var “Skapanin”. Umframt við bíbliusøgu, sangi og sálmum, hava vit lýst skapanarverkið á ymiskan hátt. Vit hava hugleitt um tað góða staðið og gjørt okkum tankar um hvat eyðkennir tað góða staðið.Vit hava m.a. tikið støði í fyrstu búseting í Føroyum. Seinasta dagin skuldu næmingarnir við leiki vísa, hvussu tey høvdu gjørt, um tey vóru fyrstu fólk í Føroyum.