Grýlur 2024

Næmingaráðið hevur valt at lata ymsar heiðurslønir til grýlurnar. Spennandi og stuttligt átak hjá teimum. Grýlumyndir her

Vakrast, farligast og stuttligast.

〰️

Vakrast, farligast og stuttligast. 〰️

Fastalávint 2024

Jónas úr 1.flokki og Davia úr 5.flokki eru ársins kattakongar. Hjartaliga til lukku. myndir her

Kattakongar 2024

〰️

Kattakongar 2024 〰️

Vitjan

Hósdagin 11.jan høvdu vit vitjan úr Velbastaðar skúla. Vit nýttu høvi, at fara uppá gólv saman við næmingum og lærarum. Stuttligt at fáa vitjan, nú vit nærmast eru grannar.

Merkisdagar

Seinastu mánadagarnar í 2023 hava vit arbeitt við ymiskum merkisdøgum. Vit byrjaðu við Allahalganna degi, har vit vitjaðu minnisvarðan á Sandi. Mikkjals-, Mortans- og Kyndilsmessa vóru næst á skránni, har fingu vit nógvar áhugaverdar frágreiðingar um hesar dagar. Vit hava gjøgnumgingið árshjólið og lært um tíðina, árstíðir, dagalongd og ferðina hjá jørðini um sólina. Ólav-, jóan-, syftun- og hálvarðsøku hava vit eisini arbeitt við. Altjóða barnarættindadagin byrjaðu vit tilgongdina at búgva næmingarnar til at stilla upp til og at velja næmingaráð.(meira um tað her) Endin hesuferð bleiv eitt sindur av jólahugna, har vit dansaðu um jólatræið og fingu pakkar. myndir her

Sandoyartunnilin

Barnaútvarpið á vitjan

Vikuna áðrenn jól vóru vit øll og gingu í skúla í Sandoyar Meginskúla. Vit høvdu eina frálíka evnisviku, har næmingarnir sluppu at arbeiða saman við næmingum úr allari Sandoynni. Evni var, sum verða man, at lýsa samferðsluna í Sandoynni fyrr og nú tunnilin bleiv veruleiki.

nýggjársheilsan

Gott nýggjár øll!

Hóast vit vóru eitt sindur minni jólalig enn vit plaga orsaka av hóvastákinum rundan um Sandoyartunnlinum, skulu tit ikki snýtast fyri myndir av fínu jóladekoratiónunum børnini gjørdu til jóla.

landbúnaður/fiskivinna

Næsta evnið í ár var landbúnaður og fiskivinna. Vit hava m.a. lært um ymisk fiskifør og ymisk sløg av fiskireiðskapi. Vit hava hoyrt um hvussu fiskivinnan hevur skipað seg frá bóndasamfelag og tá so fyrstu sluppirnar komu. Vit høvdu ein fantastiskan dag úti í støðni, hóast fongurin var heldur lakur, og sluppu eisini stimitúr við Hvíthamri. Eplini vóru sett niður í vár og blivu nú tikin upp aftur, har var væl vaksið. Vit vóru eisini og vitjaðu í høsnagarðinum hjá Liliuni, har var Bogi og hjálpti okkum at kippa og royta hønur, sum vit fingu við í skúlan at kóka til suppu saman við eplunum. Endin á hesi verkætlanini var ein rimmar heystfest. myndir og fleiri myndir

næmingaráðið 23/24

Altjóða barnarættindadagin 20. nov var arbeitt fram ímóti, at fáa sett eitt næmingaráð á stovn. Vit fingu eina góða og greiða frágreiðing um, hvat tað vil siga at kunna velja onkran at umboða seg og at kunna vera tann, ið umboðar onnur. Vit hava lært hvussu demokratisk val ganga fyri seg. Og at aftaná valið er onkur glaður og onkur skuffaður.

Vit vilja ynskja okkara nývalda næmingarráði bestu eydnu við tí, sum liggur fyri framman, tá tey eftir nýggjár fara til arbeiðis. Tey valdu eru Kristina úr 1.fl, Elias úr 2.fl, Nóa úr 3.fl, Rósa úr 4.fl og Davia úr 5.fl.

Tvørfakligir tímar

Ein seinka frágreiðing um mánadagstímarnar hjá okkum í ár. Fyrsta evni var ævintýr og sagnir í nærumhvørvinum. Vit hava vitja í Gívrinarholi og við Bænadits- og Nykutjørn. Vit hava hoyrt um og viðgjørt frágreiðingarnar um Samson og Jónas úr bíbliusøguni, og ikki minst framleitt egnar søgur. Myndir her

Mini Masters

Aftur í ár hava okkara røsku næmingar luttikið í First Lego League kappingini. Tað hevur verið sera læruríkt at arbeitt við evninum “Master Piece”. Liðið kom suður aftur við einum steypi, sum tey vunnu fyri robottkoyring. Hjartaliga til lukku 5.flokkur. myndir

Listaleypurin 2023

31.okt høvdu vit vitjan av Listaleypinum. Hesa ferð vóru tað norsku Lina T Fjørtoft og Thomas B Brandt, sum á meistarligan og hugtakandi hátt framførdu fyri okkum. Ein figursjónleikur, sum á stuttligan hátt grundar um dýralív, veðurlag og umhvørvi - og okkara ávirkan á slíkt.