Turbo
Okkara 5.flokkur luttók 12.nov. í kappingini First Lego League. Ein so góður dagur at minnast aftur á hjá teimum. Tað eydnaðist liðnum, sum kallaði seg TURBO, at vinna eitt steyp fyri kjarnuvirðir. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Your Custom Text Here
Vikurnar eftir heystfrítíðina viðgjørdu vit heystið í tvørfakligu tímunum. - Vit hava havt vitjan av Beintu Højsted, sum segði okkum frá, um at taka slakt upp. Eisini var Marcus Clementsen og segði frá, um at ganga burtur í haga og um rakstur. Tvær so avbera góðar og læruríkar framløgur. - Vit hava verið og tikið epli upp í veltuni hjá Ottar. - Vit flettu bein, so vit kunnu garvað skinn seinni. - Arbeiðið endaði við eini væleydnaðari heystfest. Nakrar myndir eru her.
Í góðveðrinum fríggjadagin var renningardagur. Ein góður túrur. Summi runnu við tann spentarál allan vegin, meðan onnur góvu sær stundir at hyggja at ymiskum á leiðini. Fleiri myndir her
Okkara fyrsta tvørfakliga verkætlan í ár kallast “Útilív”. Vit hava brúkt hesar fyrstu tveir mánadagarnar at venja børnini eitt sindur við okkara nýggju tímatalvu. Myndirnar her vísa eitt sindur av tí vit hava tykist við.
Musikkskúlin boðar frá at nú er tíð at melda nýggjar næmingar til musikkundirvísing.
Tað eru ítøkulig pláss til klaver, men eisini kan man skriva seg upp til violin,floytu og guitar.
Kunning er á heimasíðuni (sandmus.fo) ella við at ringja til Ragnar á tlf 229883.
Fríggjadagin høvdu vit forvitnisliga vitjan í skúlanum. Teodora eigur 3 so fittar kettlingar, sum sluppu við í skúlan.
4. og 5. flokkur hava verið til Skúlaleikir. Báðir flokkar høvdu ein stuttligan og spennandi dag, har tey spældu, kappaðust og hugnaðu sær, saman við javnaldrum úr miðstaðarøkinum. 4.flokkur luttók í flogbólti og frælsum ítrótti, meðan 5.flokkur luttók í rógving og badminton. Børnini í 4.flokki sluppu eisini at royna seg sum skiparar á Teistanum. Fleiri myndir eru her. Seinna dagin var Barnaútvarpið og tosaði við nøkur av 5.floks børnunum. Hoyr samrøðuna her
1., 2. og 3. flokkur hava verið til 112-dag í dag. SSP skipar dagin. Ein stuttligur dagur, sum endaði við skúmi upp um bæði oyru. Fleiri myndir her