Fastalávint 2023
Aftur í ár vóru nógvar flottar grýlur at síggja til fastalávintshaldið í skúlanum. Kattakongar í ár vórðu Rósa og Kristian Høgni, hjartaliga til lukku tit bæði.
Your Custom Text Here
Seinastu seks vikurnar hava vit í tvørfakligu tímunum viðgjørt og kvøðið kvæðini úr føroyingasøgu. Vit hava gjørt allar oyggjarnar úr pappi og lært at nevna allar. Hvønn mánadag hava vit tikið 10 ørindi av ávikavist “Brestiskvæði”, “Sigmundur og Tórur”, “Bjarnabani”, “Sigmundskvæði yngra” og “Leivskvæði” og síðani arbeitt við fyrisagnum, orðaskýggjum, fagurskrift o.ø. í tí sambandi. Flottu myndirnar niðanfyri eru eisini millum avrikini hesar vikurnar. Enn ein fantastisk verkætlan farin afturum, vit gleða okkum til næstu. Fleiri myndir her
Seinastu vikurnar hava vit arbeitt við adventini/jólunum í tvørfakligu tímunum. Hóskvøldið var so framløga fyri foreldrum/avvarandi. Børnini framførdu ein leik ,um ljósini á adventskransinum, eisini spældu tey klokkuspæl og sungu. Aftaná leikin var framsýning, av tí tey annars høvdu gjørt hesar vikurnar. Ein so hugnalig løta saman við dugnaligu børnunum.
Týsdagin høvdu vit so fitta vitjan í skúlanum. Tveir jólamenn komu at geva børnunum hvør sínar endurskynsselar. Ein góð gáva hesa myrku tíðina. Jólamenninir vita, hvat børnunum tørvar. meira her
Vikurnar eftir heystfrítíðina viðgjørdu vit heystið í tvørfakligu tímunum. - Vit hava havt vitjan av Beintu Højsted, sum segði okkum frá, um at taka slakt upp. Eisini var Marcus Clementsen og segði frá, um at ganga burtur í haga og um rakstur. Tvær so avbera góðar og læruríkar framløgur. - Vit hava verið og tikið epli upp í veltuni hjá Ottar. - Vit flettu bein, so vit kunnu garvað skinn seinni. - Arbeiðið endaði við eini væleydnaðari heystfest. Nakrar myndir eru her.
Í góðveðrinum fríggjadagin var renningardagur. Ein góður túrur. Summi runnu við tann spentarál allan vegin, meðan onnur góvu sær stundir at hyggja at ymiskum á leiðini. Fleiri myndir her
Okkara fyrsta tvørfakliga verkætlan í ár kallast “Útilív”. Vit hava brúkt hesar fyrstu tveir mánadagarnar at venja børnini eitt sindur við okkara nýggju tímatalvu. Myndirnar her vísa eitt sindur av tí vit hava tykist við.
Musikkskúlin boðar frá at nú er tíð at melda nýggjar næmingar til musikkundirvísing.
Tað eru ítøkulig pláss til klaver, men eisini kan man skriva seg upp til violin,floytu og guitar.
Kunning er á heimasíðuni (sandmus.fo) ella við at ringja til Ragnar á tlf 229883.