nýggjársheilsan
Gott nýggjár øll!
Hóast vit vóru eitt sindur minni jólalig enn vit plaga orsaka av hóvastákinum rundan um Sandoyartunnlinum, skulu tit ikki snýtast fyri myndir av fínu jóladekoratiónunum børnini gjørdu til jóla.
Your Custom Text Here
Næsta evnið í ár var landbúnaður og fiskivinna. Vit hava m.a. lært um ymisk fiskifør og ymisk sløg av fiskireiðskapi. Vit hava hoyrt um hvussu fiskivinnan hevur skipað seg frá bóndasamfelag og tá so fyrstu sluppirnar komu. Vit høvdu ein fantastiskan dag úti í støðni, hóast fongurin var heldur lakur, og sluppu eisini stimitúr við Hvíthamri. Eplini vóru sett niður í vár og blivu nú tikin upp aftur, har var væl vaksið. Vit vóru eisini og vitjaðu í høsnagarðinum hjá Liliuni, har var Bogi og hjálpti okkum at kippa og royta hønur, sum vit fingu við í skúlan at kóka til suppu saman við eplunum. Endin á hesi verkætlanini var ein rimmar heystfest. myndir og fleiri myndir
Altjóða barnarættindadagin 20. nov var arbeitt fram ímóti, at fáa sett eitt næmingaráð á stovn. Vit fingu eina góða og greiða frágreiðing um, hvat tað vil siga at kunna velja onkran at umboða seg og at kunna vera tann, ið umboðar onnur. Vit hava lært hvussu demokratisk val ganga fyri seg. Og at aftaná valið er onkur glaður og onkur skuffaður.
Vit vilja ynskja okkara nývalda næmingarráði bestu eydnu við tí, sum liggur fyri framman, tá tey eftir nýggjár fara til arbeiðis. Tey valdu eru Kristina úr 1.fl, Elias úr 2.fl, Nóa úr 3.fl, Rósa úr 4.fl og Davia úr 5.fl.
Ein seinka frágreiðing um mánadagstímarnar hjá okkum í ár. Fyrsta evni var ævintýr og sagnir í nærumhvørvinum. Vit hava vitja í Gívrinarholi og við Bænadits- og Nykutjørn. Vit hava hoyrt um og viðgjørt frágreiðingarnar um Samson og Jónas úr bíbliusøguni, og ikki minst framleitt egnar søgur. Myndir her
Aftur í ár hava okkara røsku næmingar luttikið í First Lego League kappingini. Tað hevur verið sera læruríkt at arbeitt við evninum “Master Piece”. Liðið kom suður aftur við einum steypi, sum tey vunnu fyri robottkoyring. Hjartaliga til lukku 5.flokkur. myndir
Renningardagurin í ár var eitt sindur seinni enn hann plagar, men so knappliga var ein góður dagur og vit sprungu avstað. Altíð so fínur túrur runt um vatnið. myndir
Stimitúrur við “Hvíthamar” í dýrdarveðri. Jóan Petur var skipari og greiddi frá á túrinum.
Nógv glað børn úti í Støðni í morgun, onki serligt fiskarí, men ikki heilt ongul í reyv.
Kunning frá musikkskúlanum.
Nýtt tilboð er at skriva seg upp til ORGUL undurvísing.
Eisini ber til at skriva seg upp til gittar,violin og klaver.
Øll tilmelding fer framm viða leinki her.
Seinastu mánadagarnar í hesum skúlaárinum hava vit arbeitt við evninum Náttúra, umhvørvið og burðardygd. Vit hava millum annað sett eplir niður og verið í Veltutunnlinum og sátt í pottar. Næmingarnir hava gjørt skeltir á ymisku ruskíløtini, so vit lættari kunnu skilja ruskið, vit hava í skúlanum. Vit høvdu ein frálíkan dag, har vit høvdu ruddikapping niðri á Sand. Vit hava lært um burturkast á landi og sjógvi. Eisini vitjaðu vit úti í Støð á skrelliplássinum, har Wenningsted var so beinasamur at greiða frá. Næmingarnir hava eisini lýst várið, og hvat náttúran hevur at bjóða hesa ársins tíð. Vit hava sett, tað vit plantaðu, niður í okkara plantukassar. Endaspurturin var ein yrkingadagur, har nógvar spennandi yrkingar komu burtur úr. fleiri myndir her
Takk øll somul fyri hugnaliga dagin við spæli og grilling. fleiri myndir her