Árligu OL-dagarnir hjá Sands skúla hava verið, nú skúlaárið fer at halla. Setanarrøðan í ár var hildin av Guðrun. Aftur hesaferð framførdu flokkarnir, okkurt nýtt og okkurt vit hava sæð fyrr, fyri áskoðarafjøldini, sum so trúliga kemur at hyggja. Nakrar myndir her
verkfall
Nú verkfallið fekk ein enda, verður skúlagongdin tikin uppaftur. Vaskifólkini fara til verka beinan vegin, og vit møta sum vanligt í morgin 10.juni kl 8.
størv 2024-25
Verkfall
Skúlagongdin meðan verkfall er frá mánadegnum 27. mai 2024
Vit hava í dag eftirhugt skúlan og í samráð við heilsumynduleikarnar mett, at skúlans hølir, serliga vesir, ikki longur kunnu nýtast vegna vantandi reingerð.
Skúlavirksemið steðgar ikki, men verður tillagað soleiðis, at tað í tann mun tað er gjørligt, verður skúlaarbeiði gjørt heima. Næmingarnir hava í dag fingið skúlabøkur við heim, og á vikuætlanini fara lærararnir at skriva, hvat skal gerast hvønn dagin.
Um onkur manglar tilfar ella hevur spurningar til skúlatingini, ber til at kontakta skúlan
Heitt verður á næmingar, foreldur og avvarandi um at hyggja á heimasíðu skúlans hvønn dag.
Tá verkfallið er av, venda vit aftur til vanliga skúlagongd. Nærri kunning kemur tá á heimasíðu skúlans.
Bussarnir
Bussarnir koyra ikki í morgun vegna verkfall.
Arbeiðssteðgur.
Nú verkfall er, verður ikki vaska í skúlanum. Vit fara í skúla sum vanligt í morgin, næstu dagarnar verða tillagingar gjørdar, um hetta verður neyðugt. Kunning kemur um møguligar broytingar verða í tímatalvuni.
112-dagur
Hósdagin skipaði SSP fyri 112-degi fyri 1., 2. og komandi 1. flokki í Sandoy. Takk til fyriskipararnar fyri ein so sera læruríkan og væl fyriskipaðan dag. myndir
Árligi túrurin, nú steinurin aftur varð ílatin. Eftir vegnum leitaðu vit eftir plantum, fuglum og seyðalitum.
Føstan 2024
Í føstuni hava vit í tvørfakligu tímunum gjørt mest burtur úr fakinum “Kristni”. Vit hava lært um lógir og boð, søgur úr Gamla testamenti, líknilsir og undur og um kirkjuárið. Vit hava hoyrt nógvar frásagnir, spælt leikir, gjørt plakatir o.a. Vit endaðu henda partin við at vitja í Sands kirkju, har Havstein Klein prestur greiddi okkum so væl frá, og vísti ymiskt forvitnisligt. myndir
konsertferð
Mikudagin vóru 1.,2. og 3.flokkur í Norðurlandahúsinum á konsert hjá Føroya symfoniorkestri. Vit høvdu ein so sera góðan dag. Fyrst eitt stórt upplivilsi at hoyra flotta tónleikin, síðani oman í Gundadal har vit spældu á vøllinum, víðari oman í viðarlundina har dunnurnar fingu vitjan av kátu børnunum, og at enda í Grasagarð á frálíka spæliplássið. Ein deiligur túrur.
Páskir 2024
Gleðiligar páskir.
Við hesum fittu myndunum, vilja vit ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Foreldrafundur
Grýlur 2024
Næmingaráðið hevur valt at lata ymsar heiðurslønir til grýlurnar. Spennandi og stuttligt átak hjá teimum. Grýlumyndir her
Vakrast, farligast og stuttligast.
〰️
Vakrast, farligast og stuttligast. 〰️
Fastalávint 2024
Jónas úr 1.flokki og Davia úr 5.flokki eru ársins kattakongar. Hjartaliga til lukku. myndir her
Kattakongar 2024
〰️
Kattakongar 2024 〰️
Skriviátak
Kavamenn
Mikudagsfríkorterið, sum 5.flokkur skipaði fyri hesa vikuna, var ein kapping um, hvør flokkur bygdi flottasta kavamannin. Spenningur var um 1.plássi. 5.flokkur vann kappingina við einari heilari familju. fleiri myndir
Skreiðidagur
Í dag var árligi skreiðidagurin. Hóast nokkso hvassan landnyðringsvind, stuttleikaðu vit okkum óført, summi á sletunum og onnur í kavafannunum. myndir her
Vitjan
Hósdagin 11.jan høvdu vit vitjan úr Velbastaðar skúla. Vit nýttu høvi, at fara uppá gólv saman við næmingum og lærarum. Stuttligt at fáa vitjan, nú vit nærmast eru grannar.
Innskriving í 1.flokk
Merkisdagar
Seinastu mánadagarnar í 2023 hava vit arbeitt við ymiskum merkisdøgum. Vit byrjaðu við Allahalganna degi, har vit vitjaðu minnisvarðan á Sandi. Mikkjals-, Mortans- og Kyndilsmessa vóru næst á skránni, har fingu vit nógvar áhugaverdar frágreiðingar um hesar dagar. Vit hava gjøgnumgingið árshjólið og lært um tíðina, árstíðir, dagalongd og ferðina hjá jørðini um sólina. Ólav-, jóan-, syftun- og hálvarðsøku hava vit eisini arbeitt við. Altjóða barnarættindadagin byrjaðu vit tilgongdina at búgva næmingarnar til at stilla upp til og at velja næmingaráð.(meira um tað her) Endin hesuferð bleiv eitt sindur av jólahugna, har vit dansaðu um jólatræið og fingu pakkar. myndir her