Nú er jólastákanin í hæddini. Vit gera okkum til reiðar at bjóða familju/avvarandi at koma í skúlan at hyggja eftir jólaleiki. Eisini fara vit at bjóða okkurt gott aftaná. Vit eru sum vera man sera spent nú.
Framførslurnar verða mikudagin kl 17.
Your Custom Text Here
Nú er jólastákanin í hæddini. Vit gera okkum til reiðar at bjóða familju/avvarandi at koma í skúlan at hyggja eftir jólaleiki. Eisini fara vit at bjóða okkurt gott aftaná. Vit eru sum vera man sera spent nú.
Framførslurnar verða mikudagin kl 17.
Seinasta mánadagsvekætlanin í hesum árinum hevur verið ein arbeiðsdagur undir heitinum takksemi. Vit hava m.a. hoyrt søgu, sungið, hugleitt, gjørt smáar leikir og gjørt flottu hjørtuni á myndini.
Eitt av evnunum, vit hava arbeitt við í ár, er Postur. Vit hava lært um, hvussu eitt bræv verður skrivað, og roynt okkum við tí. Søguliga postsøgan hevur eisini verði frammi. Vit hava lært at skriva og senda teldupost. Og vit hava lært um frímerki, hvussu tey verða brúkt, og hvat virðið tey hava. Eisini eru nógv flott frímerki gjørd. At vit so sluppu at verða við í átakinum at skriva jólakort setti eitt stuttligt punktum á evni. vit skriva jólakort
Øll jólakortini skrivað og koyrd í brævbjálvar, í morgin kemur onkur frá Posta eftir teimum. Eitt stuttligt átak at verða partur av.
5.flokkur hevur gjørt eina verkætlan um, hvussu man kann hjálpa skipum at finna fisk.
Tey eru komin fram til at uppfinna ein makrel, sum kann svimja út at leita, ístaðin fyri at senda eitt skip avstað at leita. Eitt smart uppfinnilsi, sum kann spara skipunum bæði tíð og olju.
5.flokkur arbeiðir í løtuni við verkætlan til kappingina First Lego League. Her vitja tey umborð á Eysturbúgvanum, sum liggur í Kollafirði. Eisini vóru vit ein túr á Havstovuni. fleiri myndir her
Renningardagur 3.okt. Altíð ein góður túrur. myndir her
Sandoyar Meginskúli (meginskulin.fo)
Kristrun og Anja (okkara umboð úr skúlastýrinum), sum eisini vóru við, vanta á myndini.
Skúlastýrið í Sands skúla skipaði seinnapartin í gjár fyri hugnaligum trivnaðardegi fyri næmingum og teirra avvarðandi og starvsfólkum. Eitt sera gott tiltak har vaksin og børn fingu høvi at spæla saman. Spæliliðini úr Meginskúlanum og Sands skúla skipaðu so fyrimyndarliga fyri. Aftaná vóru øll boðin inn í skúlan til døgurða. myndir her
Í hampiligum veðri vóru eplini tikin upp mánadagin. Tað var ikki reiðiliga líka nógv undir í ár, men vit eru nøgd við úrtøkuna, og gleða okkum til vit fara at matgerða við leskiligu eplunum. myndir
Hesar fyrstu mánadagarnar hava vit í tvørfakligu tímunum arbeitt undir heitinum “Vatn”.
Vit hava vitja á vatnverkinum úti í Sandarhaga. Bjarki var so beinasamur at greiða frá um reinsiverkið.
Annan dagin var túrur til Vestmanna á skránni. Eldri bólkurin vitjaðu SEV-verkið, har vit lærdu um hvussu vit kunnu gera streym burtur úr vatni. Yngri bólkurin vitjaðu ímeðan á Søgusavninum. At enda vóru øll inni á virkinum hjá Vestpack, har vit sóu nógvar spennandi maskinur.
Seinasti vatndagurin er brúktur í skúlastovuni, har vit hava lært um vatnnýtslu heima við hús, í ídnaði og um ringrásina hjá vatni. At vatn hevur alstóran týdning, og at vit skulu nýta tað við skili, vita vit nógv meira um nú. myndir her
Mánadagin varð nýtt næmingaráð valt í Sands skúla.
Í næmingaráðnum hesa ferð eru Michael úr 5.fl, Janus úr 4.fl, Eir úr 3.fl, Jónas úr 2.fl og Akayane úr 1.fl.
Vit ynskja teimum til lukku við valinum og bestu eydnu við arbeiðinum framyvir. myndir her
Við hesi myndini av 5.flokki, sum nú fer í annan skúla, vilja vit ynskja teimum bestu eydnu á lívsleiðini.
Eisini ynskja vit øllum eina góða summarfrítíð.
Árligu OL-dagarnir hjá Sands skúla hava verið, nú skúlaárið fer at halla. Setanarrøðan í ár var hildin av Guðrun. Aftur hesaferð framførdu flokkarnir, okkurt nýtt og okkurt vit hava sæð fyrr, fyri áskoðarafjøldini, sum so trúliga kemur at hyggja. Nakrar myndir her