Fyrr og nú var høvuðsyvirskriftin á evnisvikuni hesa ferð. Vit hava havt fleiri vitjanir uttaneftir: Magni Arge greiddi so livandi frá flogsøgu Føroya, Fridrikka hugleiddi um gerandisdagin heima við hús og um skúlagongd. Finnleif segði okkum um busskoyring og flutning í Sandoynni, og Jóanes í Miðstovuni greiddi frá um velting, hoygging, amboð og broytingina upp gjøgnum tíðina. Áhugaverd vitjan í hoyløðuni hjá Juliannu og Gunnari var eisini á skrá. Annars hava børnini lært nógv um, hvussu alt broytist gjøgnum tíðina, flottar tíðarlinjur eru komnar upp at hanga. Seinasta dagin vóru øll á vitjan í Norðaru Koytu, og spøl vóru drigin fram úr gloymskuni. Ein frálík evnisvika. myndafrásøgn