Skúlabyrjan 2020
Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 18. august.
1. flokkur møtir kl 11, hinir flokkarnir møta klokkan 10
Føstulávint í skúlanum
Fríggjadagin 21. februar var fastalávintshald í skúlanum. 1., 2. og 3. flokkur løgdu fyri at sláa tunnu. Síðani var góður føroyskur dansur, har flokkarnir skiftust um at skipað. 4. og 5. flokkur slóu tunnu eftir dansin. Eisini var okkurt leskiligt at fáa.
Kattakongur hjá teimum yngru gjørdist Rúni í 2. flokki.
Kattakongur hjá teimum eldru gjørdist Magnus í 5. flokki.
Teir báðir eru brøður og eru ættaðir úr Húsavík, vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Kattakongarnir 2020, tveir fittir brøður
5. flokkur á vitjan á Vatnverkinum
Hesi hava sett sær fyri at kanna hvørjum vatn smakkar av