Fríggjadagin 21. februar var fastalávintshald í skúlanum. 1., 2. og 3. flokkur løgdu fyri at sláa tunnu. Síðani var góður føroyskur dansur, har flokkarnir skiftust um at skipað. 4. og 5. flokkur slóu tunnu eftir dansin. Eisini var okkurt leskiligt at fáa.
Kattakongur hjá teimum yngru gjørdist Rúni í 2. flokki.
Kattakongur hjá teimum eldru gjørdist Magnus í 5. flokki.
Teir báðir eru brøður og eru ættaðir úr Húsavík, vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Kattakongarnir 2020, tveir fittir brøður