Skreiðidagur

Í góðveðriðinum í gjár, vóru øll skúlabørnini og skreiddu. Ein stuttlig løta hjá bæði vaksnum og børnum. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

First Lego League-verkætlan 5.fLOKKUR LEGGUR FRAM

fleiri myndir

Valevnini til kommunuvalið til framløgu av verkætlan hjá 5. flokki.

Verkætlanin snýr seg um, hvussu vit kunnu fáa fólk at ganga/súkkla meira. Teirra uppskot er at gera eina súkklubreyt inn til Meginskúlan, ein súkkluheyggj inni í Dal og útifitness hinumegin vatnið.

Sum heild vóru valevnini sera jalig, og søgdu tey seg vilja arbeiða fyri at okkurt av hesum bleiv veruleiki.

valevni.png

Barnajazzur í skúlanum í dag (04.11.20)

Í dag hevur Listaleypurin verið á vitjan hjá okkum. Katrin á Borg, Edvard Nýholm Debess og Rúni Eysturlíð spældu/sungu kendar føroyskar barnasangir fyri/við børnunum. Ein hugnalig løta við sera góðum tónleiki.