Valevnini til kommunuvalið til framløgu av verkætlan hjá 5. flokki.
Verkætlanin snýr seg um, hvussu vit kunnu fáa fólk at ganga/súkkla meira. Teirra uppskot er at gera eina súkklubreyt inn til Meginskúlan, ein súkkluheyggj inni í Dal og útifitness hinumegin vatnið.
Sum heild vóru valevnini sera jalig, og søgdu tey seg vilja arbeiða fyri at okkurt av hesum bleiv veruleiki.