Í dag hevur Betty Hansen sín seinasta starvsdag í Sands skúla.

Mánadagin var lítil samkoma, nú Betty leggur frá sær sum fyrstilærari í Sands skúla. Umboð fyri skúlastýrið og Sands kommunu vóru og heiðraðu Betty. Vit í skúlanum takka eisini Betty fyri hennara tíð sum leiðari hjá okkum øllum. Tað er við hegni og nærlagni, hon seinastu árini hevur staðið á odda fyri Sands skúla. Vit fara øll at sakna hana og ynskja henni bestu eydnu, nú hon fer aðrar leiðir.

Fuglarnir

Við hesum ynskja vit øllum eina góða summarfrítíð.

Avbera væl úr hondum greiddi málningurin varð fríggjadagin avdúkaður. Øll í skúlanum vórðu boðin til fernisering, og fuglabólkurin hevði eina so sera góða framløgu um málningin.

fuglarnir 1.jpg