Í dag hevur Betty Hansen sín seinasta starvsdag í Sands skúla.

Mánadagin var lítil samkoma, nú Betty leggur frá sær sum fyrstilærari í Sands skúla. Umboð fyri skúlastýrið og Sands kommunu vóru og heiðraðu Betty. Vit í skúlanum takka eisini Betty fyri hennara tíð sum leiðari hjá okkum øllum. Tað er við hegni og nærlagni, hon seinastu árini hevur staðið á odda fyri Sands skúla. Vit fara øll at sakna hana og ynskja henni bestu eydnu, nú hon fer aðrar leiðir.