Listaleypurin 2022
Gott nýggjár.
Skúlagongdin byrjar aftur 5. januar.
Øll møta klokkan 8.00
Jólayrkingar
Yrkingar og smáar foldibøkur vóru ein táttur í jólaevnisvikuni. Næmingarnir fingu høvið at hugsavna seg ein heilan dag í yrkinga “universinum”. Her er okkurt av tí, sum spurdist burturúr.
Jólaleikur
Sjónleikur og tónleikur hava verið ein partur av jólaevnisvikuni vit um dagarnar hava havt í Sands skúla. Ein frálík framførsla kom burtur úr, hóast bólkarnir bara høvdu ein dag til bæði at venja og gera pall.
Nú vit ikki kundu bjóða øllum at koma í skúlan, hevur Kristina verið so fitt at geva okkum møguleika at vísa tykkum fittu børnini her.
Køkuhús-kapping
Í jólaevnisvikuni hava næmingarnir gjørt køkuhús. Her er bólkurin, sum átti allar flottasta húsið.
Fleiri myndir av øllum teimum fínu húsunum her
Lesiátak 2021
Endaveitsla fyri Betty
Í dag bar endiliga til at halda fráfaringarveitslu fyri Betty. Nógv var gjørt burtur úr, vakurt pynta veitsluhøll, og væl dekkaði borð. Eisini vóru fleiri talur og felagssangur á skránni. Sanniliga ein ógloymandi veitsla.
Fleiri myndir í myndasavninum
Renningardagur 2021
Í dag hevur Betty Hansen sín seinasta starvsdag í Sands skúla.
Mánadagin var lítil samkoma, nú Betty leggur frá sær sum fyrstilærari í Sands skúla. Umboð fyri skúlastýrið og Sands kommunu vóru og heiðraðu Betty. Vit í skúlanum takka eisini Betty fyri hennara tíð sum leiðari hjá okkum øllum. Tað er við hegni og nærlagni, hon seinastu árini hevur staðið á odda fyri Sands skúla. Vit fara øll at sakna hana og ynskja henni bestu eydnu, nú hon fer aðrar leiðir.