Nú Sandoyartunnilin verður skotin ígjøgnum, hava vit gjørt eitt sindur burtur úr stóra degnum.
Fleiri myndir her
Your Custom Text Here
Fleiri myndir her
Sjónleikur og tónleikur hava verið ein partur av jólaevnisvikuni vit um dagarnar hava havt í Sands skúla. Ein frálík framførsla kom burtur úr, hóast bólkarnir bara høvdu ein dag til bæði at venja og gera pall.
Nú vit ikki kundu bjóða øllum at koma í skúlan, hevur Kristina verið so fitt at geva okkum møguleika at vísa tykkum fittu børnini her.
Fleiri myndir av øllum teimum fínu húsunum her
Í dag bar endiliga til at halda fráfaringarveitslu fyri Betty. Nógv var gjørt burtur úr, vakurt pynta veitsluhøll, og væl dekkaði borð. Eisini vóru fleiri talur og felagssangur á skránni. Sanniliga ein ógloymandi veitsla.
Fleiri myndir í myndasavninum
Mánadagin var lítil samkoma, nú Betty leggur frá sær sum fyrstilærari í Sands skúla. Umboð fyri skúlastýrið og Sands kommunu vóru og heiðraðu Betty. Vit í skúlanum takka eisini Betty fyri hennara tíð sum leiðari hjá okkum øllum. Tað er við hegni og nærlagni, hon seinastu árini hevur staðið á odda fyri Sands skúla. Vit fara øll at sakna hana og ynskja henni bestu eydnu, nú hon fer aðrar leiðir.