Garðdagur

Túsund takk øll.

Lati myndirnar tala, nú kvøldið kemur og skúlagarðurin er sum ein dreymur tykkum øllum at takka. Hvat kunnu vit ikki útrætta bara vit standa saman. Nakað glað verða børnini at fara út í fríkorter í morgin. Enn eina ferð stóra tøkk.

Myndlist

  1. og 2. flokkur hava m.a. lýst, hvat hendir uppiyvir okkum,

    tá vit fara ein túr gjøgnum Sandoyartunnilin.

Nýggj myndaframsýning

〰️

Nýggj myndaframsýning 〰️

Fastalávint 2022

Í dag hava nógvar fittar, flottar, stuttligar, óhugnaligar… grýlur verið í skúlanum og sligið tunnu.

Drós úr 1.flokki og Rúni úr 4.flokki vórðu kattakongar. Vit kvóðu eisini, tað vit hava lært okkum í vetur. Og so vóru bollar og kakao sjálvandi eisini at fáa.

Jólayrkingar

Yrkingar og smáar foldibøkur vóru ein táttur í jólaevnisvikuni. Næmingarnir fingu høvið at hugsavna seg ein heilan dag í yrkinga “universinum”. Her er okkurt av tí, sum spurdist burturúr.

Jólaleikur

Sjónleikur og tónleikur hava verið ein partur av jólaevnisvikuni vit um dagarnar hava havt í Sands skúla. Ein frálík framførsla kom burtur úr, hóast bólkarnir bara høvdu ein dag til bæði at venja og gera pall.

Nú vit ikki kundu bjóða øllum at koma í skúlan, hevur Kristina verið so fitt at geva okkum møguleika at vísa tykkum fittu børnini her.