Í dag hava nógvar fittar, flottar, stuttligar, óhugnaligar… grýlur verið í skúlanum og sligið tunnu.
Drós úr 1.flokki og Rúni úr 4.flokki vórðu kattakongar. Vit kvóðu eisini, tað vit hava lært okkum í vetur. Og so vóru bollar og kakao sjálvandi eisini at fáa.