Hósdagin hildu vit ein seinkaðan renningardag. Eitt sindur kølið í veðrinum, men sól, stilt og gott veður, gjørdi okkum løtuna so sera góða. myndir
spæliløta
Í dag hava vit havt eina spæliløtu, har allir flokkar hava spælt borðspøl. Eitt sera væleydna tiltak, nú í “nærveruvikuni”. myndir
Nærveruvika
Í viku 44 er lýst við átakið, sum varpar ljós á árinini av ov nógvari skýggjanýtslu. Vit í Sands skúla hava avgjørt, at vit vilja verða ein partur av hesum átaki, hóast vit hava telefonpolitik, sum leggur upp til, at telefonir ikki koma við í skúla. Vit fara hesa vikuna at seta nærveruna í brennidepilin. Samstundis heita vit á øll, bæði næmingar, foreldur og starvsfólk um at royna at leggja allar skermar til síðis hesa vikuna. Vit hava til hetta átakið fingið ein stóran pakka við spølum frá Betri Trygging.
Eisini vilja vit eggja tykkum til at vitja SkíggjaSunn áðrenn tiltakið byrjar.
Foreldrafundur
Trivnaðardagur
Skúlastýrið skipar árliga fyri einum frálíkum trivnaðartiltakið. Spæliliðið í Sandoyar Meginskúla var í tí sambandi og skipaði fyri spølum har bæði vaksin og børn stuttleikaðu sær óført, áðrenn øll fór inn at fáa sær pylsur.
Næmingaráðið 2025/26
Fríggjadagin 5.sept. varð nýtt næmingaráð valt. Hesa ferð var stríðsval í fleiri av flokkunum. Endaliga úrslitið var at Iben bleiv vald fyri 5.flokk, Eir fyri 4.flokk, Silas fyri 3.flokk, Brestir fyri 2.flokk og Boas fyri 1.flokk.
Skapanin
Fyrsta evni í tvørfakligu lærugreinunum í ár var “Skapanin”. Umframt við bíbliusøgu, sangi og sálmum, hava vit lýst skapanarverkið á ymiskan hátt. Vit hava hugleitt um tað góða staðið og gjørt okkum tankar um hvat eyðkennir tað góða staðið.Vit hava m.a. tikið støði í fyrstu búseting í Føroyum. Seinasta dagin skuldu næmingarnir við leiki vísa, hvussu tey høvdu gjørt, um tey vóru fyrstu fólk í Føroyum.
Fiskitúrur
4. og 5. flokkur hava í náttúru og tøkni havt um fjøru, fiskiveiðu/vinnu og havið. Í tí sambandi hava tey verið bæði í fjøruni og ein túr á Gróthúsvatni. Fiskieydnan var ikki serliga góð, men hugagóðu næmingarnir hugnaðu sær óført. Tey vóru tó so heppin, at Wilhelm, sum rør út, lat tey fáa nakrar fiskar frá sær. Tað var ikki minni stuttligt at kanna, hvat teir høvdu etið, og hvussu alt sá út innan fyri skræðuna. myndir
1. skúladagur 2025
Ein stórur dagur í dag, hesi fittu børnini høvdu sín fyrsta skúladag. Vit ynskja teimum alt tað besta við skúlagongdini.
Skúlabyrjan 2025
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 13.august.
1.flokkur møtir kl. 10,
hinir flokkarnir møta kl. 9
OL-dagar 2025
Í dag hava vit havt árliga OL-dagin í Sands skúla. Vit byrjaðu við, at øll gingu skrúðgongu út á Ljósafløtt, har setanin var. Í ár var tað Emilita, sum helt setanarrøðu. Hóast nakað av regni undir framførslunum, sum børnini høvdu fyrireika, gekk alt av tí allarbesta. Nógv fólk var samankomið til setanina, og børnini vóru, sum vera man, spent at vísa hvat tey duga. So gekk leiðin oman á Sand, har ítróttarkappingarnar blivu hildnar. Samanumtikið ein sera góð OL-stevna, við góðum úrslitum til kappingarnar. myndir
Djór
Seinasta mánadagsverkætlanin í ár var um djór. Vit hava lært um húsdýr, kelidýr, skordýr. Vit hava vitja bóndagarðin hjá Ottari, har vóru bæði kýr, kálvar, smálomb, hundar og gæs. Eisini vóru vit og hugdu, meðan Marcus vandi seyðahundarnar, har vit sóu, hvussu væl teir dugdu at reka seyðin. Vit endaðu henda partin við einum so sera væleydnaðum djóradegi, har alskyns djór fyltu skúlastovurnar, til stóra gleði fyri bæði børn og vaksin, og uttanfyri stóð prúði veðrurin hjá Silasi so tolin. myndir her
Siðir
Undir yvirskriftini Siðir og pátrúgv hava vit í nakrar vikur lært um hvørjar siðir vit hava frá vøggu í grøv. Vit hava havt vitjan av Jákupi R Hansen, sum so væl greiddi frá serliga um siðir sum hava við átrúnað at gera. Eisini hevur Eli Hentze á stuttligan hátt greitt frá um pátrúgv og siðir í ítrótti. Vit hava vitja og hoyrt søgnina um Brendheyggj og Álvavál, og undir Skarði hoyrdu vit søgnina um, hvussu gekk undir kortspæli har. Vit endaðu evni við framløgum um ymisku tíðarskeiðini í lívinum.
Musikkskúlin
Tónleikavitjan
Mikudagin vóru tveir tónleikabólkar úr musikkskúlanum í Sundalagnum og vitjaðu okkum, eitt popporkestur og eitt blásaraorkestur. Stuttligt og hugvekjandi at síggja og hoyra góðan tónleik framførdan av dugnaligum næmingum.
Earth Day
Hetta skrivar Sands bókasavn á facebook-síðu síni í dag:
Í samband við Viku17, har vit seta fokus á Heimsmálini hjá ST, hava mega raskir næmingar í Sands Skúla í dag savnað 50kg av ruski á Sandi, sum bleiv avleverað og vigað á Sands Bókasavni. Hetta tók teimum einans 45min!
Vit skráseta hesa rudding í hjá Rudda Føroyar, so tey koma við í árligu hagtølini.
Hevur tú eisini hug at vera við, so endurtaka vit átakið hósdagin 24/4. Millum kl. 10-16 skipar bókasavnið fyri “Heimsmáls-postarenning” og møguleiki verður aftur fyri at avlevera og viga rusk.
Størv 2025-26
List
List var næsta evni í 2025 í mánadagstímunum. Vit hava viðgjørt føroyska og altjóða mynda- og høggmyndalist. Øll børnini hava verið og vitja okkara frálíka listasavn har Ólavur Jøkladal var og greiddi frá. Vit hava gjørt listaverk niðri á Sandinum. William Heinesen fekk serligt pláss í evnisarbeiðinum og við íblástri frá trøllum hansara, hava næmingarnir gjørt eina so flotta trøllaframsýning. myndir
Pangea 2025
Leygardagin var finalan í Pangea - Støddfrøðikappingini. Michael úr 5.flokki í Sands skúla var ein av luttakarunum. Vit eru sera errin av honum. pangea
Fastalávint 2025
Til fastalávintshaldið í ár fingu vit vitjan av øllum skúlunum í Sandoynni. Ein so sera hugnaligur dagur við tunnusláing, flottum grýlum, góðum føroyskum dansi, kakao og bollum og ikki minst 4 sterkum kattakongum. fleiri myndir