Teir 5 seyðirnir á Sandi

5.flokkur í Sands skúla hevur luttikið í ársins First Lego League kapping . Úrtøkan var góð, tey komu suðuraftur við trimum steypum. Tey vunnu 3.pláss fyri verkætlanina um “Bit í Haga”, 2.pláss fyri tøkni og 3.pláss um føroyameistaheiti.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og eru sera errin av teimum.