Fyrrapartin vóru Steintór Rasmussen og dóttirin Rakul Ró og sungu fyri og saman við børnunum. Ein so sera góð og hugnalig løta. Børnini sungu nógvar kendar, og onkrar minni kendar sangir, saman við fryntligu klaksvíkingunum.
Thorbjørn Egner í Sands skúla
So byrjar at líkjast. Vit eru sera spent til í kvøld.
Framsýning - evnisvika
Kunningarskriv
Lesiátak 2020
Sport 19 (5.flokkur) - flott úrslit í First Lego League
Sport 19 kláraði seg sera væl í First Lego League kappingini í ár. Tað bleiv til 1. pláss fyri verkætlanina, sum var ein gjøgnumførd rørsluleið runt vatnið. Eisini vunnu tey kappingina um kjarnuvirðini. Vit eru øll sera glað og stolt teirra vegna.
First Lego League-verkætlan 5.fLOKKUR LEGGUR FRAM
Valevnini til kommunuvalið til framløgu av verkætlan hjá 5. flokki.
Verkætlanin snýr seg um, hvussu vit kunnu fáa fólk at ganga/súkkla meira. Teirra uppskot er at gera eina súkklubreyt inn til Meginskúlan, ein súkkluheyggj inni í Dal og útifitness hinumegin vatnið.
Sum heild vóru valevnini sera jalig, og søgdu tey seg vilja arbeiða fyri at okkurt av hesum bleiv veruleiki.
Barnajazzur í skúlanum í dag (04.11.20)
Í dag hevur Listaleypurin verið á vitjan hjá okkum. Katrin á Borg, Edvard Nýholm Debess og Rúni Eysturlíð spældu/sungu kendar føroyskar barnasangir fyri/við børnunum. Ein hugnalig løta við sera góðum tónleiki.
Skúlastýrisval 2020
Skúlarenning 2020
Skúlarenning verður ein av døgunum í komandi viku (viku 41). Minnist til góðar skógvar.
Skúlarenning 2020
1. skúladagur 2020/21
Í dag komu hesi fittu børnini í skúla.
Skúlabyrjan 2020
Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 18. august.
1. flokkur møtir kl 11, hinir flokkarnir møta klokkan 10
Føstulávint í skúlanum
Fríggjadagin 21. februar var fastalávintshald í skúlanum. 1., 2. og 3. flokkur løgdu fyri at sláa tunnu. Síðani var góður føroyskur dansur, har flokkarnir skiftust um at skipað. 4. og 5. flokkur slóu tunnu eftir dansin. Eisini var okkurt leskiligt at fáa.
Kattakongur hjá teimum yngru gjørdist Rúni í 2. flokki.
Kattakongur hjá teimum eldru gjørdist Magnus í 5. flokki.
Teir báðir eru brøður og eru ættaðir úr Húsavík, vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.
Kattakongarnir 2020, tveir fittir brøður
5. flokkur á vitjan á Vatnverkinum
Hesi hava sett sær fyri at kanna hvørjum vatn smakkar av